Veitslan


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99972-1-157-6
Rithøvundi: Thomas Vinterberg
Umsett: Kristianna Winther Poulsen
Evni: Sjónleikur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 114

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Velur tú ta gulu ella ta grønu røðuna?“

Helgi Dýrindal-Joensen fyllir 65 og heldur stórfingna veitslu fyri ætt, vinum og kenningum.


Hóast dóttirin Linda fyri kortum hevur tikið lívið av sær, skal veitsla nú haldast, og hini trý børnini hjá føðingar­dagsbarninum koma sjálvandi við.


Elsti sonurin Kristjan, sum er tvíbura­bróðir Lindu, kemur úr Fraklandi. Helena og unnusti hennara koma eisini. Yngsti sonurin, Mikkjal, er ikki boðin, tí hann er harðligur og óður í brennivíni, og pápin óttast, at hann spillir veitsluna. Men hann kemur kortini í veitslu saman við konuni Mariu.


Kristjan er fyrstur at halda røðu. Hann hevur skrivað tvær røður, eina gula og eina grøna, og pápin skal velja, hvørja hann vil hoyra. Pápin velur ta grønu. Í grønu røðuni kemur ein ræðuligur loynidómur fram: Helgi hevur misnýtt bæði Kristjan og systrina Lindu kyns­liga.


Hvørjum skulu systkini trúgva? Hvørjum skulu gestirnir trúgva? Er Kristjan sálar­liga sjúkur? Lýgur hann?


Veitslunáttin gerst ein ógvisligur bard­agi um sannleikan.