Framtíðin er okkara


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-156-9
Rithøvundi: Høgni Reistrup
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 204

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hugsjónarliga er Høgni Reistrup liberalur fullveldismaður, og hann er ein nýggj rødd á politiska vígvøllinum.
Høgni greinar politisku skipanina, vísir á viðurskifti, ið avmarka okkara virkis­frælsi, og setur kós, vit eiga at halda ímóti fullveldinum Føroyum.

FRAMTÍÐIN ER OKKARA er í fimm pørtum, ið m. a. snúgva seg um at byggja eitt opið og rúmligt samfelag, sum hús­ast við egnum tilfeingi, sum ikki fær óneyðug­an peningastuðul uttaneftir, sum loyvir fleiri fram at ríkidøminum, um fólkavøkstur, útbúgvingarmøguleikar og ikki minst samhandil.

FRAMTÍÐIN ER OKKARA er um týdningin at hava ræði á egnum viðurskiftum, og at tað ber ikki til at lata framtíð okkara upp í hendurnar á øðrum at umsita. Ta uppgávuna eiga vit sjálv, og hana ­megna vit sjálv við tí tilfeingi og tí førleika, ið er her í landinum.


Bókin er eitt stak væl grundað íkast til politiska kjakið í Føroyum.