Glasbúrið

Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-159-0
Rithøvundi: Sámal Soll
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 150


Um bókina
Hann leggur pennin frá sær og strýkur hondina ígjøgnum hárið, tykist at vera spentur ella fjálturstungin. Veruleikin er heldur tann, at hann er íðin eftir at koma í gongd við nakað, sum hevur ligið á láni ov leingi.

Hann fer upp úr stólinum og gongur aftur og fram í køkinum. At enda steðgar hann á og fer eftir onkrum í køliskápinum.
Hann setur seg við køksborðið aftur. Ølirnar, sum hann tók úr køliskápinum, setur hann á vindeygakarmin við síðuna av sær.

Hann tekur pennin úr aftur stóra, gamla øskubikarinum, sum nú bert verður nýtt til ymiskt borðrusk. Pappírsblokkurin liggur opin á borðinum framman fyri honum.


Fyri trimum tímum síðani fór dóttir tín avstað í skúla. ­Mamma hennara smurdi henni matpakka, og tú kókaði henni havragreyt, soleiðis sum tit plaga. Hon fór til gongu oman til buss­steðgistaðið á Vegnum Langa. Men sannleikin er tann, at hon kom ikki fram til nakað bussskýli, og hon er ikki í skúlanum nú. Eg havi hana beint her. Tað var ikki serliga trupult at taka hana.


Vald og harðskapur.


Hugsa um, hvat tú hevur gjørt.