Kjølbro lív og virki

Forlag: Egið
Útgávuár: 2015
Prísur: 350.00
ISBN: 978-99918-3-456-6
Rithøvundi: Óli Jacobsen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 504


Um bókina
Nærum hálva øld eftir at hann doyði, og 100 ár eftir at hann fór undir egið virki, kemur út stórverk um J.F. Kjølbro. Bókin eitur Kjølbro, lív og virki, og tað er Óli Jacobsen, fyrrverandi formaður í Føroya Fiskimannafelag, sum hevur skrivað. Abbasynir Kjølbro, Jóannes Kjølbro, Anders Harboe Ree og Finn Kjølbro, hava tikið stig til útgávuna og geva út.

Sum heitið skipar til, er bókin ein lýsing av íverksetaranum og vinnulívsmanninum Jógvan Fríðrik Kjølbro frá tí at hann gjørdist handilsleiðari hjá faktorinum í 1909, og fýra ár seinni keypti sítt fyrsta skipa saman við bróðrinum, Dáva, til fyritøka hansara nærum hálva øld seinni kom á aðrar hendur.

J. F. Kjølbro var ikki bara fremsti føroyski vinnulívsmaður í 20. øld við virksemi bæði á sjógvi og landi; hann var eisini kommunalpolitikari, landspolitikari, virkin í brøðrasamkomuni og við til at stovna Norðoya Sparikassa og Sjóvinnubankan, og hann átti eisini ein virknan leiklut, tá ið Sjóvinnubankin skuldi endurreistast fyrst í fimmtiárunum.

Í bókini kanst tú lesa um, tá ið vinnuliga virksemi hansara byrjaði, um skip, trolarar og útróðrarbátar, um stríðið um havnarlagið, ið fekk stórar avleiðingar fyri virksemið alt, um fiskiskap og fiskaútflutning, farmasigling, handlar og onnur virki, virksemið á Skála, leiklutin hjá Kjølbro í fíggjarheiminum, undir læknastríðnum og í brøðrasamkomuni, um ættina hjá Kjølbro, um Kjølbro sum politikara og privatpersón og mangt annað. Mong teirra, ið høvdu ein týðandi leiklut í fyritøku hansara, verða eisini umrødd. Søgan um vinnulívsmannin J. F. Kjølbro endar í 1967, men søgan um virkini, hann setti á stovn, helt fram og sæst aftur í vinnulívinum enn tann dag í dag.