Stríðið um makrelin


Forlag: Egið
Útgávuár: 2015
Prísur: 250.00
ISBN: 978-99918-3-457-3
Rithøvundi: Hanus Samró
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 252

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ein politikari, sum var harðliga ímóti Jacob Vestergaard, fiskiráðharra, undir makrelsamráðingunum í 2010, var fyrrverandi ting- og landsstýrismaðurin Tórbjørn Jacobsen.

Sambært nýggjari bók hjá Hanus Samró, sum verður á marknaðinum mánadagin í komandi viku, so kallaði Tórbjørn Jacobsen makrelsamráðingarnar fyri “reinar amatørsamráðingar”.

Men sum eftirtíðin hevur víst, so vóru tær sera væl grundaðar og professionellar, og úrslitið var hareftir, eitt gullnám fyri Føroyar.

Brot úr nýggju bókini Stríðið um makrelin:

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi og eykalimur í uttanlandsnevndini, var samdur við John Johannesen og Javnaðarflokkinum. Neyðugt var við fleiri samráðingum.

Tórbjørn Jacobsen var kortini ikki serliga fegin um samráðingarnar. Í Degi & Viku 31. mai 2010 segði Tórbjørn Jacobsen, at:

„Tá ið tú skalt samráðast um ein part av eini kvotu, einari samlaðari kvotu av einum stovni, sum ferðast um ymisk fiskimørk, sum er ásett lívfrøðiliga, sambært tilráðingunum frá ICES, so mást tú hava vápn av sama slagi at fara upp í móti við, tá tú fert í samráðingar við hinar partarnar, og tað kanst tú bara við at hava lívfrøðiligu, fiskifrøðiligu dokumentatiónina í lagi, tí annars verður tú ikki tikin fyri fult í samráðingum av hesum slagi. Bara við at møta upp við einum uppáhaldi, gitingum og metingum um, hvat ið kanska ferðast í føroyskum sjógvi, í hvussu stórum nøgdum og til hvørjar árstíðir, tað er ikki nóg mikið… Mín meting er tann, at hesar samráðingarnar hava verið uppá kvamsvís. Tað hava ongar samráðingar verið, ella hava tær verið reinar amatørsamráðingar, har ið mótpartarnir ikki hava lurta eftir teimum føroysku krøvunum, tí at grundarlagið var alt ov tunt.“

Jacob Vestergaard vísti uppáhaldunum aftur: „Okur hava verið rættiliga væl fyrireikaðir. Okur hava fyrireikað tað bæði væl og virðiliga. Hinvegin, so kundu okur ynskt at havt betri vísindaliga dokumentatión. Hana hava vit ikki so nógv av, men okur hava dokumentatión fyri, at, eisini frá havstovum kring okur, at makrelurin hevur tikið eina heilt aðra gongd, og makrelur í stórum nøgdum er í føroyskum og eisini í íslendskum sjógvi.“