Karitas við ongum heiti


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 229.00
ISBN: 978-99972-1-153-8
Rithøvundi: Kristín Marja Baldursdóttir
Umsett: Gunvør Balle
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 482

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Vit eru í Íslandi fyrst í 20. øld. Karitas Jóns­dóttir er í stórum systkinaflokki. Páp­an hava tey mist á sjónum. Ímóti allari sið­venju hevur mamman sett sær fyri, at øll børnini skulu hava útbúgving – gentur sum dreingir. Hvør í sínum lag stríðast tey fyri at røkka hes­um máli.

Karitas hittir eina konu, sum málar. Hon sær, hvussu gávurík Karitas er, og sær til, at hon sleppur á listaskúla í Keypmannahavn á leið 1920.


Afturkomin til Íslands fimm ár seinni og vóngóð um at fara undir sítt listar­liga lívsverk, verður hon við barn, endar á einum fátæksligum smáplássi, og lívið broytir kós. Tilveran verður ein kensluborin tog­an millum at fáa list og kær­leika at trívast í einsemi og fátækt – á smáplássi við sjómanni, fleiri børnum, í eini kroysu.


Søgan er um tey kor, sum konufólk lótu sær lynda, tað hjálpsemið, sum gjørdi, at tær hóraðu undan, og tað ófati­liga ­seiggið, ið var í teimum.