Risar riddarar og føgur fljóð


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2015
Prísur: 300.00
ISBN: 978-99918-49-70-6
Rithøvundi: Ymsir
Umsett: Marianna Debes Dahl
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 135

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
”RISAR, RIDDARAR OG FØGUR FLJÓД.
H. N. Jacobsens bókhandil og Fróðskaparsetur Føroya skipa í døgunum 20. – 24. juli 2015 fyri altjóða kvæðaráðstevnu í Havn. Stevnan verður hildin í sambandi við, at bókahandilin í ár fyllir 150, Fróðskaparsetrið 50 ár.
Samstundis gevur forlagið FANNIR út bókina ”RISAR, RIDDARAR OG FØGUR FLJÓД.
Hetta eru samandráttir av teimum kvæðum, ið antin koma fyri í Føroyum og í einum ella fleiri Norðurlondum ella bert koma fyri í Føroyum.
Farið varð at skriva samandráttir av øllum norðurlendskum miðaldarkvæðum um 1960. Í 1978 kom verkið út á enskum “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad” – stutt nevnt TSB.
Í upprunaverkinum er áhugavert fororð, sum Bengt R.Jonsson (1930-2008), ið saman við Svale Solheim (1903-1971) av fyrstan tíð fór undir verkið, hevur skrivað. Í hesum fororði nevnir hann millum fleiri aðrar norðurlendskar og ameriskar samstarvsfelagar Mortan Nolsøe, sum tá var knýttur at Fróðskaparsetri Føroya. Bengt R. Jonsson sigur m.a. um Mortan Nolsøe (1924-1987):
“Uttan stuðul og hollu vitan hansara um kvæðaarvin í føðioyggjum sínum, hevði næstan ikki borið til at fullgjørt TSB.”
Eisini er drúgvur inngangur, sum tey, ið vilja vita meiri, kunnu leita sær fram í upprunaútgávuni.
Í TSB eru 217 kvæði, sum eru til bæði á øðrum norðurlendskum máli og á føroyskum. Av hesum 217 eru 86 á føroyskum og á øðrum norðurlendskum máli ella málum, men 131 bert á føroyskum. Tað eru samandráttirnir av øllum hesum 217 tekstunum í TSB, sum nú verða givnir út á føroyskum.
Marianna Debes Dahl týddi. Bárður Jákupsson hevur gjørt forsíðuna.
Bókin er 135 síður. Aftast í henni eru hentir leitorðalistar.

Forlagið Fannir