Ringrás í Mjørka


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2015
Prísur: 128.00
ISBN: 978-99918-75-29-3
Rithøvundi: Rakul Jónheðinsdóttir Tróndheim
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 31

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Yrkingar: Yrkingarnar í "Ringrás í mjørka" eru ofta minnisbrot frá yngstu árum, har lívið mangan var einfalt og lukkuligt.

Ein sløknað langomma ger tíðliga vart við, at deyðin er til, men hon var kortini so gomul, at tað rínir ikki ordiliga við. Tað ger tað harafturímóti, tá ið tann lítla genta eygleiðir eitt grindadráp og hevur ilt við at skilja, at teir vakru hvalirnir, skulu láta lív. Pápin roynir at greiða frá, at tað er neyðugt at drepa hvalirnar, men eg'ið er skilliga ikki sannført. Her stoyta gomul siðvenja og tann modernaði ivin um grindadráp saman. Mitt í allari eydnuni stingur deyðin sostatt javnan sítt ljóta andlit fram og ger vart við, at lív og deyði eru greipaði, eru fyritreytin fyri hvørjum øðrum. Regn og toka eru eyðkenni fyri Føroyar, og í einari yrking spyr egi'ið, hvussu tað ber til, at vit blíva búgvandi í einum landi "har ið regnið ferðast uppeftir". Samstundis verður tokan nærum hálovað í eini aðrari yrking, sum fær lesaran at hugsa um ta veldugu "Vætan" eftir Rikard Long. Í fleiri av yrkingunum er ein sorgblíður longsil aftur til barnaárini, samstundis sum eg'ið leingist út í heim. Hon er fullvæl greið yvir, at barnaárini eru farin, men tað tykist at vera so stutt síðani.

Rakul Jónheðisdóttir Tróndheim (f.1999) hevur lisið til bachelor í enskum og religión á University of Stirling í Skotlandi og lesur í løtuni til kandidat í enskum á Københavns Universitet. "Ringrás í mjørka" er hennara fyrsta yrkingasavn.