Brúni


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2015
Prísur: 168.00
ISBN: 978-99972-0-142-3
Rithøvundi: Håkon Øvreås
Umsett: Jákup Sørensen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 131

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Um dagin er Rúni Rúni, men um náttina er Rúni Brúni - superhetjan, sum ikki er bangin fyri nøkrum.

Kann Rúni gera við, at Brúni málar súkklurnar hjá dreingjunum?

Ein bók um vinalag, dirvi og um at hevna seg.

Á Bókadeildini bíðaðu vit spent eftir avgerðini um, hvør fór at vinna fyri barna- og ungdómsbókmentir, av tí at Flata kaninin hjá Bárði Oskarsson var í uppskoti. Tíverri vann hon ikki, men í staðin vann norski rithøvundurin Håkon Øvreås fyri bókina Brune.
Bókin kom út á Norsk Gyldendal í 2013 og er um drongin Rúna, sum um náttina eitur Brúni. Brúni hevur fyrr fingið barnabókaprísin frá norska mentamálaráðnum.
Bókin er um vinalag, dirvi og sakn. Um náttina er Brúni superhetja og hevnir seg á sín heilt serliga hátt við pensli og brúnari máling inn á teir, ið arga hann. Bókin verður róst fyri dialog og mátan, ið hugflog og veruleiki eru flættað saman. Tekningarnar hjá Øyvind Torseter verða róstar fyri sniðfundigheit og fyri at skapa eitt heilt serlig huglag.
Brúni er fyrsta barnnabók hjá Håkon Øvreås; fyrr og eisini síðan hevur hann givið yrkingasøvn út.
Á Bókadeildini løgdu vit merki til bókina, tá hon var í uppskoti til heiðurslønina og sendu hana út til týðingar, so tey umleið 6-9 ára gomlu kunnu gleða seg til at sleppa at hoyra og lesa hesa heiðursløntu bókina á føroyskum í 2015.