Lutherbókin

Forlag: Vón
Útgávuár: 2015
Prísur: 120.00
ISBN: 978-99918-813-0-0
Rithøvundi: Svend Lerfeldt
Umsett: David Johannesen
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 256

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nú um dagarnar kom ein áhugaverd bók út á føroyskum. Tað er David Johannesen, ið hevur týtt Lutherbókina hjá Svend Lerfeldt, ið var prestur og doktari í gudfrøði. Svend Lerfeldt hevði stóran kunnleika til Luther og trúbótina.


Bókin kallast stutt og greitt “Lutherbókin”. Lutherbókin greiðir frá læru og lívi Luthers við orðunum hjá Lerfeldt og við egnu orðum Luthers.

Júst henda bókin er týdningarmikil inn í okkara samtíð, nú vit í 2017 hátíðarhalda føðingardagin hjá trúbótini. Í 1517 vóru teir 95 setningarnir hjá Lutheri festir á slotskirkjudyrnar í Wittenberg sum ein innbjóðing til starvsfelagar um at møta til kjak um millum annað avlátshandilin.

Luther er ein av søgunnar stóru andsmonnum. Hugsan hansara og útlegging hansara av skriftini fekk stóran týdning í samtíð og eftirtíð.

Bókin er fólkslig og skrivað í lættlesiligum máli. Eitt gott útgangsstøði, nú vit í Føroyum fara at hátíðarhalda trúbótina um tvey ár. Ein kærkomin ogn hjá kirkjuráðslimum, tænarum og fólkinum.

Bókin er viðkomandi gudfrøði og viðger ta kristnu trúnna við atliti at lívi og læru.