Hundrað ára einsemi


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 299.00
ISBN: 978-99972-1-145-3
Rithøvundi: Gabriel García Márquez
Umsett: Marianna Hoydal
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 499

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nógv ár seinni, andlit til andlits við avrættingarliðið, mintist Aureliano Buendía hin fjara seinnapartin, tá ið pápin tók hann við sær at síggja ísin.

Hundrað ára einsemi er søgan um Buendía-ættina og um tann íspunna býin Macondo, ið verður grundaður og fer til grundar saman við ættini. Søgan er um kríggj og kærleika, um longsul og einsemi. Hon er á tremur við ræðandi veruleika og vónleysum hugflogi, alla tíðina á markinum millum søgu og søgn.

Hundrað ára einsemi er ein av teimum stóru skaldsøgunum í heimsbókmentunum. Hon er týdd til flest øll mál, og milliónir av eintøkum eru seld kring heimin.