31


Forlag: Vølvan
Útgávuár: 2015
Prísur: 99.00
ISBN: 978-99918-3-453-5
Rithøvundi: Heri Olsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 40

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Eg ferðist inn í heimin
dalandi niður í innaru løg
av einum tilviti av avkrókum
djúpasta kenslan av lívi.

Eg finni mín longsil inni í
kærleika og gloymsku
ein yrkjari mettur av orðum
ein sorg troytt av tárum.

Ein kærkomin friður
eitt fet inn í hjartað
ein leitan eftir sælu
hugtikin av onagri tíð.

Ein løta av ljóði
úr einum staði
eg hevði gloymt
og har var eg aftur


------

Leikandi løtt
yvir hugans dal
til kenslunar
streingjandi tónar

glitrandi gimstein
í barmi hon ber
í angan av
sólstráludansi

ein drotning
av dýrdar morgun
hon bleiktrar
um samkensluhav

í norðlýsins stjørnu
hon dýrgripin har
tann elskandi
sorgleysa
kvinnan