Læars og Anni-Lena


Forlag: Rit & Rák
Útgávuár: 2015
Prísur: 149.00
ISBN: 978-99918-859-8-8
Rithøvundi: Mourits N. Mohr
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 88

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Høvundurin, sum skrivaði søgurnar um Læars og Anni-lenu og aðrar skemtiligar søgur og tættir, var ættaður av Sandi, føddur 26. september 1918, doyptur Mourits Nikolaj Mohr og í heimbygdini nevndur við kelinavninum Molle. Hann gekk í skúla á Sandi, tók preliminerprógv á Høng gymnasium og tók læraraprógv í Havn 1942.
Var fyrst lærari á Føroya Fólkaháskúla, síðan Kommunuskúlanum í Havn. Var lærari á Tekniska kvøldskúla, har hann m.a. umsetti eina geometri til skúlan. Hann spældi violin og var við í kamarorkestri Tórshavnar musikkskúla. Undir søgum og tættir brúkti hann sum oftast sítt egna navn ella merkið M.N.M. ella skaldanavnið Óðin Ódn. Onkuntíð, hann yrkti á donskum, skrivaði hann Odin Ørkan undir. Hann doyði í 1956 bert 38 ára gamal.