Føroyskar barnabókmentir


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-048-7
Rithøvundi: Turið Sigurðardóttir
Evni: Ymisk rit
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 350

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Turið Sigurðardóttir hevur undirvíst í, granskað, skrivað greinar um og ummælt barnabókmentir. Henda bókin •lýsir umhvarvið av føroyskum barnabókmentum í rúmliga 100 ár

•greinir eitt úrval av gomlum og nýggjum føroyskum barnabókum, barnasøgum og -sangum


Føroyskar barnabókmentir tóku seg upp stutt eftir 1900, tá ið meginparturin av føroyingum búði á bygd, og barnasøgur og barnasangir flestir vóru um børn á bygd. Staðseting og evnisval broyttist lítið, hóast bygdarlívið broyttist og lívið hjá flestum fekk býardám. Úrslitið var, at søgurnar gjørdust meir og meir afturlítandi.



Vend kom í 1970-árunum: Nú kundu søgur henda í Havn, og gentur kundu vera høvuðspersónar. Hildið varð fast við veruleikakenda frásøgn, men nútíðin var sloppin innum og varð viðgjørd kritiskt.

Realistiska frásøgnin misti sessin sum høvuðsrák í 1990-árunum, tá ið furðusøgur ella fantastiskar søgur kyknaðu upp í føroyskum ungdóms- og barnabókmentum undir ávirkan frá altjóða rákinum.

Ongar bøkur eru bara. Serstøðan hjá barnabókmentum er, at tann ætlaði móttakarin, barnið, er ómyndugur, óroyndur og annað við ‘ó-‘ afturímóti sendaranum, tí vaksna. Hetta hevur í áratíggju verið partur av støðinum undir víðfevndum kjaki og gransking, sum hevur víðkað sjónarringin viðvíkjandi barnabókmentum.