Hválv Vault


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2015
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99972-1-074-6
Rithøvundi: Jóannis Sørensen
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 131

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tað eru myndamaðurin Jóannis Sørensen og alisfrøðingurin Pól Jespersen sum hava starvað saman um hesa útgávuna. Bókin er skipað við stuttum tekstbrotum, sum greiða frá mynd av hválvinum, sum fevnir um eina síðu ella eina opnu.

Tað, ið ger bókin heilt sjaldsama, er vinkulin inn í endaloysið, sum er fest í føroyska lendið, bygdirnar, fjøllini. Tú er her í landinum og har í rúmdini í senn. Tú stendur bundin á lendinum og hevur eyguni og hugin uppi í markloysinum.

Bókin er skrivað á enskum og føroyskum, so tey, ið vitja okkum til sólarmyrkingina, kunnu taka eitt gott minni við sær aftur av ferðini. Annars er bókin eitt fagurfrøðiligt njótilsi hjá øllum.

Myndirnar eru tiknar soleiðis, at umframt at røkka inn í djúpa hválvið, veitst tú eisini, hvar tú ert staddur í Føroyum. Tú hevur akkersfestið her, men sleppur at njóta markleysu víddirinar í myndunum.



Alisfrøðingurin Pól Jespersen, sum er serliga kønur í stjørnufrøði, hevur arbeitt saman við Jóannisi og greiðir í stuttum brotum frá ymiskum forvitnisligum, ið sæst á myndunum.

Bókin er á føroyskum og enskum og verður givin út í sambandi við sólarmyrkingina, tí umframt at vera ein vøkur bók, sum mong vilja eiga at njóta, so kann hon vera eitt gott minni hjá ferðafólki um stórhendingina 20. mars at taka við sær aftur úr Føroyum.

Hesa fyrstu vikuna kostar bókin kostar 248 kr. Eftir tað kostar hon 300 kr. í bókabúðunum.

Bókaframløga verður á Viðareiði í kvøld og tiltak verður í Perluni tann 19.03. Tiltakið í Perluni verður skipað við myndaframløgum saman við frágreiðingum á enskum.