Karius og Baktus


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2014
Prísur: 88.00
ISBN: 978-99918-1-704-0
Rithøvundi: Thorbjørn Egner
Umsett: Erling Simonsen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 40

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Um teir báðar dólgarnar, sum búgva í tonnunum hjá Janusi, og um hvussu Janus sleppur av við teir.

Søgan um Karius og Baktus er ein einaferð uppafturprentað. Síðan bókin kom út á føroyskum fyrstu ferð í 1961, er hon prentað upp aftur seks ferðir.


Nú hava granskarin Aasta Marie Bjorvand Bjørkøy kannað handritini hjá Thorbjørn Egner og hevur funnið útav, at Baktus ætlaði at giftast í fyrsta uppkastinum hjá høvundanum.
Fyrstu ferð, søgan um Karius og Baktus var útgivin, var í 1941. Tá var gentan við; hon æt Karolina og stóð har so fitt og smíltist í prikkutum kjóla.


Karius og Baktus líkast heldur ikki teimum, vit kenna í dag. Í fyrstu útgávuni vóru teir báðir tunnhærdir, nøsin var long, og teir sóu gamlir út. Í aðru útgávuni í 1949 vóru teir báðir reyðhærdir, men líkast annars trøllunum, vit kenna í dag.
Tá ið Karius og Baktus var sent sum hoyrispæl í norska útvarpinum í 1946, ringdu fleiri foreldur inn og kærdu sína neyð, tí børnini høvdu grátið, av tí at teir báðir verða skolaðir niður ígjøgnum rørið í vaskinum og út á sjógv. Tíbetur fingu teir í seinni útgávum ein flaka, har teir høvdu bjargað sær upp at sita.
Karolinu hoyrist onki til longur. Í staðin fyri at giftast og byggja sær ein bý og fáa nógv børn, sættast Baktus við at byggja sær eini hús uppi í einari kinnton, og har kann hann sita sum ein kongur og hyggja út yvir allan býin.
Í útgávuni frá 1958 hevur Karius fingið svart hár og onnur klæðir enn beiggin, og hetta er útgávan, sum allar komandi bøkurnar byggja á.
Erling Simonsen hevur týtt hesa fólkakæru søguna um teir báðar Karius og Baktus til føroyskt. Hon er 42 bls. og innbundin.