Leikrit 12 Eydnulandið


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2015
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-49-66-9
Rithøvundi: Peter Falk Rønne
Umsett: Kristin Holm Isaksen
Evni: Sjónleikur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 164

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Leikurin, sum er í fýra pørtum, byggir á skaldsøguna, sum pápi Peter, Jørgen Falk Rønne, gav út í 1917. Jørgen var prestur í Sandoyar sýslu árini frá 1889 til 1895. Umframt í Havn hevur leikurin verið spældur í fleiri bygdum í Føroyum.

Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli.

Eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið at hoyra føroyskt mál av palli - fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos - tað er frá seinnu helvt av 18. øld - leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum - á donskum.

Lætt er heldur ikki at fáa hendur á hesum leikum, sum eru á prenti í bløðum, tíðarritum og bókum, sum ikki longur fáast.

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunaleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.