Børnini syngja við cd og dvd


Forlag: Egið Forlag
Útgávuár: 2014
Prísur: 299.00
ISBN: 978-99918-3-430-6
Rithøvundi: Margreth Jacobsen
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 52

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Vit eru tvær, Margreth Jacobsen og Súsanna Thomsen, sum hava savnað kendir barnasangir í eitt savn, sum eitur “Børnini syngja”.

Savnið hevur 50 góðir barnasangir í eini bók við tekstum, nótum og talsetingum. Saman við bókini verða tvær fløgur, ein ljóðfløga (cd) so til ber at hoyra lagið, og ein fløga við upptøkum (dvd), so til ber at síggja rørslurnar.

Orsøkin til, at vit eru farnar undir hetta, er einkul. Tað er tí, at vit sakna eitt tílíkt savn. Vit hava smá børn, og tá børnini koma heim úr stovni og syngja onkran sang við rørslum, og man ikki kann syngja við, er harmiligt, at man ikki hevur møguleika at finna sær vitanina.

Vit hava tí spurt okkum fyri, og tað vísur seg, at tað er tørvur á hesum, bæði hjá stovnum, foreldur og avvarðandi at børnum. So nú savnið er komið út gleðast vit um úrslitið og framúr góðu undirtøkuna vit hava havt.

Vit vóna, at nógvar familjur fara at hugna sær, syngja og dansa við hjálp frá savninum.