Ein føroysk bygd


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-59-7
Rithøvundi: Poul Petersen
Evni: Ferðafrásagnir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 376

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókin
Tað, sum eyðkendi ta gomlu bygdina, vóru skilligar reglur í øllum viðurskiftum og siður og skil hjá monnum, sum sótu fyri.

Vit hava fyri okkum ta gomlu bygdina innangarðs við bønum sum teigalendi, í navngivnum mørkum ella bøstykkjum út á bøgarðarnar, við garðaliðum, geilum, gøtum, kvíggj við kvíggjaklova, heimrust­um, gerðum ella viðurbyrgjum, fornum o. ø. út at gerðisgørðunum, rættum, viðtøkugørðum, við túnum, hoygørðum, fjósum og køstum, hvanngørðum, kálgørðum, kjøthjallum, opnahjallum, sodnhúsum, gróthúsum o. ø.

Hvussu varð bygdin skipað?
Hvussu varð bøurin skipaður?
Hvussu varð hagin skipaður?
Hvat er ein heimrust?
Hvørji vóru rætttindini til fjøruna skipað?
Hvat eru lunnindi, og hvat er landpartur?

Poul Petersen viðger øll hesi viðurskifti o.m.m.a. frá norrønari tíð til okkara tíð. Eitt vísindaligt verk av teimum ráru.