Tornið á heimsins enda


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99972-1-060-9
Rithøvundi: William Heinesen
Umsett: Hans Thomsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 224

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í kvirruni hoyrast langt burturi stjørnudropar dryppa av himni. Afturljóðið hoyrist um alt tað stóra himnahválvið.
Hetta er einasta ljóðið í himni og á jørð.
– Ljóðið kemur frá einum vatnkrana, sum ikki er rættiliga fyrisnaraður.
Einsamallur og einsligur er tann dryppandi vatnkranin í verðini.


Minnismyndirnar eru skipaðar í eini 70 brot, sum annaðhvørt frásøgumaðurin sum gamal ella frásøgumaðurin sum barn sigur okkum.


Inn ímillum dregur gamli frásøgumaðurin okkum upp úr barnaárunum og inn í núið. Har verða virði mett og sett upp ímóti tí, ið farið er, áðrenn aftur verður kavað niður í farna tíð, og nýggj brot verða manað fram.


Hann argast um, at hann nú myndaliga talað er staddur við heimsins enda og bara kann hyggja aftur á eitt lív, sum unglingar nú valla ígjøgnum, meðan hann situr í aldurdómsins fongsli. Men tað er eisini eitt makaleyst lív, hann hyggur aftur á.