Esperanto bókin II


Forlag: Egið
Útgávuár: 2000
Prísur: 100.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Jeffrei Henriksen
Evni: Orðabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 153


samandráttur
Rithøvundurin skrivar,at í hesum esperanto-føroyska orðalistanum er í fyrsta lagi orðatilfarið í fyrra parti av Esperantobókini við teirri merking tað hevur har.Harnæst eru orð,ið víkja at føroyska umhvørvinum,og at enda eru tiknar við nakrar tílíkar esperantorøtur,sum ikki kunnu roknast at vera eyðsæddar hjá vanligum føroyskum málnýtara.Men uttan so at tey í minsta lagi lúka fyrstu treytina,her er nevnd,eru algongd millumtjóðaorð ikki tikin við,við tað at 15.meginreglan í esperanto sigur,at øll tey orð,sum so mong málini hava felags av sama uppruna,eru eisini esperantoorð-so mikið tillagað,sum rættskrivingin krevur og rímiligt er sambært øðrum esperantoreglum.Summi meir og minni óneyðug esperantoorð eru tikin við í esperanto-føroyska orðalistanum;men tílík orð eru ikki altíð at finna í føroyska-esperanto listanum,har í afturímóti vanlig føroysk orð eru tikin við.Aftast í hesum parti í Esperantobókini er eitt yvirlit yvir mállæruna í fyrra parti.