Mín jólabók 2014


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2014
Prísur: 195.00
ISBN: 978-99972-0-108-9
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 110

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
.Mín Jólabók still going strong!

Hóast Jólabókin er farin um tey seksti, er hon framvegis forvitnislig og forkunnug. Og børn og vaksin gleða seg á hvørjum ári, til hon kemur. Flestu bøkurnar verða býttar út á skúlunum, og tá er rættur jóladámur í skúlastovunum

Ikki ein lítil svørt-hvít bók
Til tey sum halda, at Jólabókin framvegis er ein lítil svørt-hvít bók við bleytari permu og fittum søgum, kann sigast, at tey fara skeiv. Og tó. Fyri 11 árum síðan var avgjørt at broyta bókina. Tíðin var farin frá henni, og trongdi hon til eitt ‘make-over’. Avgjørt varð at broyta bæði innihaldið og útsjóndina. Hon vaks í stødd, fekk litir bæði innan og uttan, og ítriv og uppgávur fingu innivist í bókini.

Bæði roynd og óroynd
Men fittu søgurnar eru har enn. Og fleiri eru tey, sum hava havt sína debut í Jólabókini, og soleiðis er framvegis. Royndir og óroyndir høvundar hava skrivað søgurnar, og ymisk listafólk myndprýtt tær.

Søgurnar eru rættiliga ymiskar, alt frá ævintýrkendum søgum til gerandis- og spenningssøgur. Ein av teimum meira óroyndu rithøvundunum er bara 14 ára gamla Guðrið Egholm, og eisini hevur Sigri Gaini skrivað eina av søgunum. Umframt tær báðar hava eisini Valdemar á Løgmansbø, Alexandur Kristiansen, Ingun Christensen, Oddfríður M. Rasmussen, Rakel Helmsdal, Halldóra Dam, Martin Joensen, Mina Reinert og Armgarð Arge skrivað til Jólabókina.

Myndprýtt hava Lisa Golbe, Marjun Regisdóttir, Janus á Húsagarði, Jenny Kjærbo, Solveig Hansen, Ludvík á Brekku, Allan K. Davidsen, Valdemar á Løgmansbø, Edward Fuglø, Mia Smith og Svanna Christiansen.

Bókin er innbundin, 108 blaðsíður og fæst í Bókhandlum kring landið.