Einaferð var tað


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2014
Prísur: 240.00
ISBN: 978-999-72011-2-6
Rithøvundi: Jakob Jakobsen
Evni: Sagnir og ævintýr
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 156

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Ævintýr eru tíðarleys og megna at fanga og rúnabinda ættarlið eftir ættarlið. ”Einaferð var ta𠅔 er ein sonn skattakista við 15 upprunaligum føroyskum ævintýraperlum

Tað var av fyrstan tíð Jakob Jakobsen, ið savnaði ævintýrini seinast í 19. øld, og nú, tað eru 150 ár síðan, at hann varð borin í heim, verður hann heiðraður við nýggjari útgávu av nøkrum av ævintýrunum.
Jakob Jakobsen sigur í innganginum til Færøske folkesagn og æventyr, at frásøguhátturin í føroyskum ævintýrum er breiður, javnur, einfaldur, sakligur og hóvligur, onkuntíð sum turr uppramsan. Har er ongin skaldslig lýsing av umstøðunum, ongin dramatisering av hendingunum, og samrøðan hevur lítlan leiklut.

Broytast við tíðini
Flestu ævintýrini í Færøske folkesagn og æventyr eru savnað á ferðum í 1892-93 og í 1898 og givin út í 1898- 1901. Tað eyðkenda við ævintýrinnsavningini í mun til sagnainnsavningina er, at ein stórur partur av heimildarfólkunum eru konufólk.
Ævintýrini eru søgd frá einum ættarliði til annað, og eru, sum árini eru liðin, umskapað og tillagað eftir eini meiri nútímans áskoðan.

Nútímans málbúna
Fyri at minnast hetta megnararbeiði at savna og útgeva føroysk ævintýr hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags gjørt av at geva 15 av ævintýrunum út í nýggjum hami.
Fýra rithøvundar, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Lydia Didriksen, Oddfríður M. Rasmussen og Oddvør Johansen, hava endursagt ævintýrini og givið teimum ein nútímans málbúna, og fýra listafólk, Ann-Mari Egholm, Edward Fuglø, Herdis Jakobsen og Jón Sonni Jensen, hava myndprýtt ævintýrini. Úrslitið eru fimtan spennandi ævintýr, har nýtt og gamalt er vovið saman við virðing fyri gamla frásøguháttinum.
So nú kunnu øll, stór sum smá, enduruppliva søgurnar um Øskudólgin, Snata, Krússapottin og mong onnur.

Verður løgd fram á Bókadøgunum
Einferð var tað ... verður løgd fram í Norðurlandahúsinum sunnudagin 23. november klokkan 14 í sambandi við Bókadagarnar 2014.
Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeildini, Marna Jacobsen, ritstjóri, Katrin Reinert, lærari, og Hjálmar Dam, sjónleikari, at hugleiða, greiða frá og lesa upp.