Nornagestur


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99972-1-075-3
Rithøvundi: Johannes V. Jensen
Umsett: Tróndur Olsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 203

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nornagestur er høvuðspersónur í eini frásøgn í Søgu Ólavs Tryggva­son­ar í Flatoyarbók. Hann er gamal vallari, sum styttir kongsins monn­­um stundir og sigur teimum søgur. Sjálvur greiðir hann frá, at við vøgguna, har hann lá nýføddur, spáddu tær tríggjar vølvurnar hon­um eina glæsiliga framtíð, men ein teirra legði aftrat, at lív hansara fór at slokna, tá ið ljósið, ið varð kveikt við vøgguna, brann niður. Tí varð ljósið sløkt, og hann bar tað uppi á sær alt lívið.

Hann verður verandi í hirðini hjá Ólavi kongi og verður doyptur. Mettur av døgum kveikir hann sjálvur í ljósið ein dag og doyr 300 ára gamal, tá ið ljósið brennur niður.

Nornagestur, sum kom út í 1919, er triðja bindið í stórverkinum Ferðin langa eftir Johannes V. Jensen. Ferðin langa var verkið, ið gav Johannes V. Jensen Nobelheiðurslønina í 1944.

Verkið Ferðin langa snýr seg um einki minni enn, hvussu manna­ættin hevur vaksið seg fram úr frumtíð, forntíð, víkingatíð, miðøld og fram til dagar Kolumbusar (á leið 1492).