Mánasteinur drongurin ið aldri var til


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-070-8
Rithøvundi: Sjón
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 127

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Árið er 1918, og úr Reykjavík sæst, hvussu Katla goysir eld og málar luftina nátt sum dag. Hóast náttúruvanlukkur, kolatrot og kríggið, sum herjar úti í hinum stóra heimi, gongur lívið í høvuðsstaðnum sína vanligu gongd. Íslendingar fyrireika seg til at gerast sjálvstøðug tjóð.

Sekstan ára gamli Mánasteinur livir fyri filmum, sum verða vístir í báðum biografunum, sum eru í býnum. Tá ið hann svevur, droymir hann um filmarnar í útgávum, har vevnaður av hendingum verður flættaður saman við træðrir úr hansara egna lívi. Tá ið hann er vakin, heldur hann til í útryðju samfelagsins.

Spanska sjúka ger innrás í Reykjavik, túsundtals fólk verða sjúk, og stívliga tvey hundrað doyggja. Farsóttin herjar býin og syndrar tann trygga, heimliga gerandisdagin, og ein annar daprari veruleiki tekur við.

---

„MÁNASTEINUR“ er ein meistaralig skaldsøga, har ógviliga ymiskir heimar – filmur, kynslív, ein farsótt og sjálvstýrið hjá einari tjóð – verða vovnir saman í eina vakra og samandrigna søgu.