Lívið her og hinumegin


Forlag: Egið
Útgávuár: 2000
Prísur: 85.00
ISBN: 99918-3-093-6
Rithøvundi: Ása V. Hansen
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 87

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Bókin snýr seg mest um lívið hinumegin, og ætlanin er at fáa teg at steðga á og geva tær stundir at hugsa um ævinleikan.
sum ungur hugsar ein, at ein hevur alt lívið fyri sær, og tað kann eisini vera ógvuliga spennandi, hvat lívið hevur at bjóða.
Útbygving, seta búgv, fáa børn, sum krevur nógv av eins tíð. Summi seta føtur undir egið borð, onnur fara upp í politikk, og alt hetta er sera spennandi og áhugavert, og hví skal ein so hugsa um lívið hinumegin?
Tað skulu vit, tí eiga ikki dagin í morgin. Vit eru her á fold, eisini fyri at taka avgerð fyri ævinleikanum.
Flestu okkara hava á onkrum sinni á lívsleið okkara hugsað um ævinleikan. Sjálv havi eg ikki hugsað nógv um hetta, tó havi eg ongantíð gloymt konuna, sum fyri mongum árum síðani, á veg inn í ævinleikan, av mannaótta, hugmóði og líkasælu, ikki vildi kanna, um lív var eftir deyðan, men bara læt standa til, og tað slapp hon so at síggja.
Hvussu við tær?