Okkara maður á Christiansborg Edmund Joensen


Forlag: Egið
Útgávuár: 2014
Prísur: 285.00
ISBN: 978-99918-3-427-6
Rithøvundi: Per Højgaard
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 308

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
nýggjari bók sigur fólkatingsmaðurin Edmund Joensen fyri fyrstu ferð frá egnum upplivingum, politiskum lívi og virksemi sum føroyskur politikari á Christiansborg. Semjur og stríð, lógarsmíð, avtalur og truplar avgerðir, taktisk støðutakan, valstríð og stuttligar løtur eru við í bókini, sum eisini tekur lesaran aftur um politiska leiktjaldið
Bókin er frá og um ein av Føroya royndastu politikarum: Edmund Joensen, fólkatingsmann fyri Sambandsflokkin.

Hóast Edmund hevur drúgva og hendingaríka politiska fortíð, er ikki talan um ævisøgu ella endurminningar. Tvørturímóti er innihaldið nýtt og aktuelt fyri føroyingar og Føroyar í dag.

Okkara maður á Christiansborg
Nýggja bókin eitur "Okkara maður á Christiansborg", og hon hevur høvuðsfokus á arbeiðið hjá Edmundi Joensen í Fólkatinginum seinastu tvey valskeiðini.

Semjur og stríð, lógarsmíð, avtalur og truplar avgerðir, taktisk støðutakan og annað mangt er við í bókini, ið gevur lesaranum eitt spennandi innlit í tað, sum fyriferst handan politiska leiktjaldið á Borgini og á politisku leiðini millum Føroyar og Danmark.

Fólkatingsmaðurin við teimum drúgvu royndunum varpar ljós yvir politiska landslagið. Hann setur spurnartekin við politikk og samfelag og hevur boð uppá loysnir og gongdar leiðir fyri Føroyar og føroyingar.

Rúm er eisini fyri persónligum upplivingum, góðum og minni góðum tilburðum.

Í stuttum er "Okkara maður á Christiansborg" ein opin og erlig frásøgn frá einum politiskum stríðsmanni.