Eyguni


Forlag: Egið
Útgávuár: 2014
Prísur: 175.00
ISBN: 978-99918-3-432-0
Rithøvundi: Selma Sandá
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 128

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nú er mín fyrsta bók útkomin, hon kemur í bókahandlarnar fyrsta dagin. Føroya Prent hevur umbrotið, prentað og heft. Bókin hevur heitið “Eyguni – Søgur og yrkingar” og er 128 síður. Í bókini eru 13 søgur, 42 yrkingar og 10 myndir.

Átta av søgunum eru stuttsøgur, av hesum byggja søgurnar Eyguni, Hvør eigur rættin til lívið og Tann dagin flúgvarin bumbaði bygdina á veruligar hendingar, hinar eru íspunnar. Fimm søgur eru av siðsøguligum slag og hugleiðingar, í teimum verður greitt frá ymiskum hendingum bæði frá mínari tíð og frá einari farnari tíð, áðrenn eg var fødd.

Yrkingarnar havi eg yrkt frá 1981 til 2014, tær snúgva seg um ymiskt frá mínum lívi og ymiskt, ið eg havi ímynda mær. Tær eru um lívið, kærleika, ólukkuligan kærleika, náttúruna, sjólívið, um farna tíð, vanlukkur, sorg, aldurdóm og um Føroyar.