Myrka rúmið


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2014
Prísur: 128.00
ISBN: 978-99918-75-20-0
Rithøvundi: Vagnur Streymoy
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 32

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Nýggja yrkingasavnið hjá Vagnur Streymoy kemur inn á nógv ymisk evni.

Skriviarbeiðið hevur verið í gongd í eini tvey ár; og langir steðgir hava verið, tá ið íblásturin hevur hildið seg burtur.

Kaldar vanlagnur eiga sítt pláss í savninum saman við strævnum døgum, ið ein gleðir seg enda. Tilveran, ið av og á tykist fløkjaslig og løgin sleppur ikki undan viðmerkingum, har ið svarið er ókent, men liggur beint framman fyri okkum, men vit fanga tað ikki.

Hví eitur yrkingasavnið so Myrkarúmið?

Alt tað ókenda, tað loyndarfulla; tað ið øll vita, men eingin vil tosa um, alt tað býr í myrkarúminum, ið eisini er byrjanin til sjálvt lívið.

Stóru maktirnar, ið togtogast um okkara sálir sita har og bíða til vit velja, hvønn veg vit vilja fara, men tað er jú ikki lætt at velja, og ímeðan dysturin stendur upp á tað harðasta, mugu vit eisini finna útav, hvussu vit eru ímóti okkara næsta. Skulu vit skava inn undir okkum, ella skulu vit geva kærleikanum meir ans? Er tað gjørligt at sita heitur og turru inn í Myrkarúminum, er spurningurin, ið vit einsæris mugu svara.