Atlas til heim og skúla

Forlag: Nám
Útgávuár: 2014
Prísur: 485.00
ISBN: 978-99918-2-165-8
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 248

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Atlas til heim og skúla vendir sær til húskið og skúlaverkið í Føroyum. Atlas til heim og skúla tekur støði í ensku útgávuni Collins Student World Atlas, sum Erla Olsen hevur týtt til føroyskt.

Umframt landakort eru eisini gjørd evniskort uttan úr heimi og úr Føroyum. Fremst í útgávuni eru upplýsingar um at brúka atlasið og yvirlit, ið sýnir sólskipanina. Í føroyska partinum er nýtt føroyakort, sum Rói Højgaard á Føroya Dátusavni hevur teknað, og fleiri føroysk evniskort, sum ikki hava verið á prenti áður.

Í norðurlendska partinum eru stór topografisk landakort og evniskort, ið lýsa serlig norðurlendsk viðurskifti. Í evropiska partinum er leisturin tann sami, har vit fyrst síggja landakort og síðan fleiri evniskort við hagfrøðiligum tilfari.

Á sama hátt verður farið longur út í heim til Norðuramerika, Suðuramerika, Afrika, Asia og Osiania. Seinasti partur í atlasinum eru hagfrøðiligar upplýsingar úr øllum heiminum og ein umfatandi landafrøðiligur orðalisti.

Aftast er navnaskrá, ið sýnir tey fleiri enn 18.800 leitorðini í atlasinum.