Frá náttúruhúshaldi til lænta vælferð nýggja tíðin 2


Forlag: Búgvin
Útgávuár: 2014
Prísur: 300.00
ISBN: 978-99918-855-2-0
Rithøvundi: Petur Jacob Sigvardsen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 261

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í teirri bókini, sum kom út í fjør m.a. skrivað um Nútímarføroyingin, ið mestsum hevur sagt tí aldagamla náttúruhúshaldinum á landi farvæl.
í Hesari bókini verður so m.a. hildið fram við frásøgnini um, at hann nú eisini hevur sagt hesum sama síðbundna lívshátti á sjónum farvæl.

Lesarin fær her at vita:
um útróðurin og ta siðbundnu skipsfiskivinnuna, sum eru farin í søguna,
um samanseting fiskiflotans eftir seinna heimsbardaga og higar til dags,
Um vanliga fiskimannin, ið bløddi so líðandi burtur,
Um óvanligar náttúrurembingar og um hjallin á sjónum,
um tóm og næstan tóm fiskimannaheim, ið tald eru upp kring landið,
Um fjarandi bygdalív, hvørvandi mentanir og mentanarmunir,
Um eldhugan fyri framhaldsskúlum á bygd og avleiðingum teirra,
Um bygdaskúlarnar, ið fara og eru farnir í søguna,
um vælferðarsamfelag við føðingarverkjum og land, ið fór av knóranum.
um uppfostran fyrr og nú - og at byggja og húsast eftir umstøðunum,
um fólkaflytingina úr Føroyum í gomlum døgum,
um bygdir við fólkavøkstri, men minkandi næmingatali,
um tódnað búsetingarmynstur í lítlum landi,
um bygdir, ið minka og bløða burtur, tí login sløknar í lon
um avdankaðar og manntómar bygdir, og eftirskrift um, hvussu sluppin Kristina helst fórst á Suðurlandinum í 1920.

Í bókini, sum hevur 37 kapitlar, er eisini eitt takkarkvæði til heimbygdina, ið var, frásøgn um minnisvarðan og aðrir áhugaverdir kapitlar.
Ein hugvekjandi bók við skjalprógvaðum veruleikum, ið allir Føroyingar - og ikki minst okkara fólkavaldu politikarar - eiga at lesa.
Hetta er bókarøðin um samfelagsliga kolvelting í lítlum landi.
og her er bókin við hóttandi ørvum, ið horva á høvdið.