Trolaralív søgur úr Barentshavinum


Forlag: Heimamissiónsforlagið
Útgávuár: 2014
Prísur: 248.00
ISBN: 978-99918-48-84-6
Rithøvundi: Torleif Johannesen
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 175

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Rættiliga nógv er skrivað um føroyskar reiðarar og føroyska skipasøgu, men langt er ímillum gerandissøgurnar frá lívinum umborð á føroysku skipunum – á dekkinum, í kahúttini, í messuni ella á brúnni, og um hvat rørir seg innaní okkara sjófólki, tá tað langu túrarnar til havs hevur góðar stundir at grunda um tilveruna.
Men í dag kom eitt nýtt kærkomið íkast til henda partin av okkara siglingarsøgu, tá Torleif Johannesen á hugnaligari samkomu í hølunum hjá Føroya Fiskimannafelag á Bryggjubakka í Havn legði fram sína nýggju bók “Trolaralív – søgur úr Barentshavinum”.
Í bókini eru 28 samrøður og upplýsandi greinar um lívið og arbeiðið hjá føroysku sjómonnunum umborð á langfaratrolarunum Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadusi. Greinarnar vórðu skrivaðar í mars og apríl í ár, tá ið høvundurin vitjaði umborð á trolarunum, meðan teir fiskaðu í Barentshavinum. Í bókini er kunning um allar fýra trolararnar, tveir yrktir føðingardagssangir, frágreiðing frá fyrsta møtinum umborð á øllum fýra trolarunum og kort yvir Barentshavið, sum vísir, hvar trolararnir vanliga royna.
Eisini er ein persónlig frágreiðing frá høvundinum um ferðina.
Bókin er 175 síður og hevur 102 myndir.
Ingolf S. Olsen, journalistur, hevur ummælt bókina á baksíðuni, og hann skrivar millum annað soleiðis:
“Hvørt skip á sjónum er sín egni, serstaki siglandi heimur, har lívið verður livað nærum leyst av tí, ið fyriferst á landi. Hetta er ein heimur, sum nógv á landi als einki kenna til, og tí er henda bókin serliga kærkomin. Umframt allar tær góðu søgurnar umborð á Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadusi fær lesarin eisini nógva ítøkiliga vitan um skipini, fiskiskapin og viðurskiftini í Barentshavinum. Tú verður drigin við umborð av hesi løtumynd, ið rithøvundurin við sínum lætta frásøguhátti, máli og góðu myndum gevur av lívinum umborð á føroysku langfaratrolarunum.”