Skipalistin 2015 heftur


Forlag: H. N. Jacobsens Bókahandil
Útgávuár: 2014
Prísur: 165.00
ISBN: 978-99918-66-36-9
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Árbøkur og álmanakkar
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 400

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
SKIPALISTIN inniheldur nógv fjølbroytt tilfar. Í bókini eru upplýsingar um trygdarviðurskifti, signalfløgg, kort yvir stongdar leiðir, fiska-, hvala-, kópa- og fuglanøvn á ymiskum málum og mangt, mangt annað. Tað undrar tí neyvan, at nógvir lesarar ogna sær Skipalistan bæði at hava umborð og at hava liggjandi heima við hús ella í bilinum. SKIPALISTIN verður eisini nógv brúktur í vinnuligum høpi, har eitt nú ymiskir veitarar kunna seg um føroyska flotan.

Havnir og lendingar
Í Skipalistanum eru myndir av havnum og lendingum í øllum landinum. Hetta er sera hent at hava, soleiðis at størri ella smærri bátar betri kunnu gera sær eina mynd av umstøðunum á staðnum, har ein kanska hugsar sær at sigla inn.
SKIPALISTIN 2015 er tann sekstandi í røðini. Skipalistin er langt síðani vorðin ein fastur og ómissandi táttur hjá mongum føroyingum. Tað er tí avgerandi, at bókin mennist á hvørjum ári, og tá smæðist nýggi Skipalistin ikki burtur úr. SKIPALISTIN 2014 er ein framúr góð og viðkomandi bók, sum er hent at hava hjá øllum, ið á einhvønn hátt hava áhuga fyri skipum og sjógvi.

Skip og bátar niður í 12 tons
Við Skipalistanum finnur lesarin alt tað, ið liggur fremst í huga hjá einum, sum vil vita um skip og bátar, um sjógv og streym og um annað viðkomandi tilfar.
Í Skipalistanum 2015 eru stórar litmyndir og upplýsingar um skip heilt niður til 12 bruttotons, og í bátayvirlitinum eru myndir og upplýsingar um bátar undir 12 bruttotons. Tað merkir, at SKIPALISTIN hevur størsta og mest fullfíggjaða yvirlitið yvir føroyska flotan á prenti.