Fjálgasta friðskjól á foldum


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2014
Prísur: 350.00
ISBN: 978-99918-49-65-2
Rithøvundi: Árni Dahl
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 236

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Janus Egholm Mohr er føddur í 1936 í Hoyvík.

Janus hevur arbeitt sum bankamaður í Havni 22 ár. Hann fór at arbeiða sum fríyrkismaður í Útvarpi Føroya í 1975 og ´var í føstum starvi í hesum stovni árini frá 1984 til 2006.

Í útvarpinum tók hann sær av sendingunum Morgunlesturin, Hetta heilaga evangeliið skrivar, Gudstænastan og Sálmar og sangir. Tilsamans legði hann til rættis um 10.000 sendingar av hesum slagnum.

Umframt setti hann saman um 1050 sangsendingar og aðrar tónleikasendingar.

Í 1974 gav hann á egnum forlagi út bókina "lív oglutir - Frásagnir ú Hoyvík og av Hvítanesi". Hann hevur eisini skrivað bókina "Nýbýli", 1987, sum kom út í sambandi við, at 150 ár vóru liðin, síðani fólk búsettust á Hvítanesi.


Kalmar Lindenskov er føddur í 1942 við Norðskála.

Kalmar var útlærdur fotografur hjá Bambusi í 1967. Tey fyrstu árini var hann fotografur, reprofotografur og umbrótari á "Fjúrtinda".

Hetta er tíðin, tá ið prentsmiðjur skifta yvir til flatprent.

Í 1970-árunum var hann fríyrkisfotografur hjá "Tíðindablaðnum", "Fjúrtinda", "Dagblaðnum", "Sosialinum", "Tingakrossin" og "Dimmalætting". Hann gav eisini út myndablaðið "Magn" árini frá 1976 til 1980.

Hann var fastur fotografur á "Sosialinum" 1984-1996 og á "Dimalætting" 1996-2009.

Saman við Alani Brockie, Peturi Zachariassen og Annfinni Zachariassen gav hann í 1979 út myndabókina "oyggjar og fólk", sum hevði føroyskan, danskan og enskan tekst.