Breiðið krossins merki út 1924-1996 og 1970-2014


Forlag: Frelsunarherurin
Útgávuár: 2014
Prísur: 495.00
ISBN: 978-99918-3-422-1 978-99918-3-421-4
Rithøvundi: Njál Mackay Djurhuus
Evni: Fólkalívsfrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 486

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Frammanundan høvdu Føroyar havt vitjan av ymiskum offiserum á ferð til og úr Íslandi.

Hesi, sum hittust henda heystkenda hósdagin mundu lítið gruna, at ein í dag, 90 ár seinni fór at hava eina virkna samkomu í høvuðsstaðnum við arbeiði bæði í og uttanfyri samkomuna.

Ein slíkur dagur fer ikki aftur við borðinum uttan markering, og í næstu viku er ætlanin at gera nógv burtur úr degnum. Her verða bæði møti hildin, eins og ein bók um søguna hjá Frelsunarherinum í Føroyum kemur út.

Tað er major Njál Mackay Djurhuus, ið hevur ritstjórnað søgubókini sum hevur fingið heitið ”Breiðið krossins merki út” og hann kemur at luttaka á øllum møtunum.

Tey fáa haraftrat vitjan av økisleiðarunum Ida Karin og Gunnar Eide, Rannvá Olsen og Siggi Ingimarson, og av fleiri íslendskum offiserum, ið koma til Føroyar at hava officersmøtir.


BREIÐIÐ KROSSINS MERKI ÚT
Tey fyrstu møtini í Frelsunarherinum vóru hildin í Losjuhúsinum.

Tann fyrsta tíðin var ikki løtt, men nakað av fólki komu til møtini. Sum fráleið komu fleiri til trúgv á Jesus.

Eftir einum ári vóru 12 soldatar vígdir, og ein var yvirfluttur úr Noregi. Hesin flokkur var íðin eftir at tæna tí Harra sum tey trúðu uppá, og nú gjørdust tað eisini fleiri soldatar.

Ta fyrstu tíðina stóð korpsið undir Danmark, síðan eina tíð undir Onglandi, men í 1934 kom korpsið undir norska leiðslu.

Teir fyrstu norsku leiðararnir vóru kaptein Arne Fiskaa og loytnant E. Kronberg Hansen, og upplivdu teir eina góða og vælsignaða tíð: Nógv komu til trúgv, og síðani vígd til soldatar.

Núverandi húsini hjá Frelsunarherinum vórðu keypt longu í 1926, og liggja væl fyri mitt í býnum. Aftaná at tey herfyri vórðu høvuðsumvæld, eru tey í dag ein væl egnaður bygningur til virksemið.