Degningsvindar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 50.00
ISBN: 978-99972-1-061-6
Rithøvundi: William Heinesen
Umsett: Christian Matras
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 344

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Degningsvindar (1934) var fyrsta skaldsøgan, William Heinesen skrivaði. Hon kom út aftur í 1961 í nógv broyttum líki.

Skaldsøgan lýsir skiftið í tí gamla føroyska samfelagnum til veruliga fiskivinnu og handilsskap. Her eru samanbrestir og spenningar av øllum handa slagi ímillum nýggj og gomul virði, íhald og framtakshug, millum kirkju og sertrúarflokkar. Her eru heimspekingar, fyllibyttur, boðfretar, kargakokur, her er øvund og girnd og kærleiki. Hvør hevur sítt at dragast við umframt tann dystin, tey øll hava í felag, at glímast við náttúrumáttin í teimum sjálvum og kring tey.

Vindsamur morgun stendur um hav og land, harðbalin landsynningur. Hann ber við sær vársins órógv og gróðursemi, tarin tekur dik á seg, grasið grønkar, fiskurin rygnist, ærnar ganga kvidnar í lývætu. Eisini í manna sinni ræður gróðurmikil órógv, tí nýggj tíð er í koming, við vón og vanda, sum ikki sæst út yvir – ein rembingartíð, tá ið gamalt fer, áðrenn nýtt hevur fest rót. Framgongd ella undirgongd? Eingin veit.

FYRR : 198,00