Laterna magica


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-051-7
Rithøvundi: William Heinesen
Umsett: Jonhard Mikkelsen
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 134

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Spakuliga verður spákað út á Gráskallabryggju, har alt endar, og gamli ferjumaðurin tolin situr og bíðar. Gøtan er drúgv og liggur gjøgnum ein túsundárastað við krókgøtum og skotum.

Á leiðini gera vit eitt slank inn til skaldabrøðurnar Hans Andrias og Janus í Áarstovu, sum fáa vitjan av teimum trimum nornunum.

Eitt slank gera vit inn til Jens Christian Svabo, sum styttir sær stundir við fiólini, meðan hann fær sær ein kýsa og hevur sælar stundir saman við dóttur próstsins.

Vit fylgja hampamanninum Sterka-Jóhan, tá ið hann snávar og gevur hjálparleysur eftir fyri náttúruni eina einastu ferð við so óendaliga syrgiligum fylgjum.

Og inn ímillum situr tú kaldur í látri, tí hesin gløggi, gamli William kennir so væl menniskjumuruna við øllum sínum dáralótum, veikleikum, stoltleika, ærukenslu og forherðilsi, at hann avdúkar okkum øll.