Ferð mín til Jorsala


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-062-3
Rithøvundi: Kristian Osvald Viderø
Evni: Ferðafrásagnir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 346

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í 1952 fór Kristian Osvald Viderø frá sum prestur í Hvalvík og gjørdi sína víða gitnu ferð til Jorsala. Vallarin, heimspekingurin og droymarin var leingi á ferð.


Burtur úr leitanini kom henda sjaldama bókin, sum tvinnar eygleiðingar og minni og hugleiðingar saman í sjaldsaman og hugtakandi skaldskap.


Við borðið stendur ungur maður og syngur með hesum sama forna lagi; hann ruggar yvir háls og herðar, bulurin gongur kykur í hljóðfalli við orðini. Tað er, sum siti hann vaggandi uppi á úlvaldabaki á ferð yvir oyðisandar. Mestur er hann ein av hesum Jemengyðingum, sum í mong árhundrað hava livað av at flyta fólk á úlvaldabaki um oyðimørkina. Guðsdyrkan teirra og heila lív hevur fingið dám av einmani og fábroytni oyðimarkarinnar. Soleiðis sita teir enn og rugga og vagga á júdasamkundarhúsum og hava varðveitt margar fyrndargamlar máliskur og átrúnaðarsiðir. Undirdjúpt og óendaliga fjart er eygnabragd henda unga manns; av sjáldsomu hábrøgdum hans og bladrandi bønartulum berst mær fyrir sjónir hin gamla Ísraelslitiska guðsdírkanin.