Niels Lassen Holm prestur prædikur 1794-1805


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 128.00
ISBN: 978-99972-1-063-0
Rithøvundi: Mathias Lassen
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 262

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Niels Lassen Holm (1769-1839) las til prest og gjørdist hjálparprestur í Thy, har hann trúlovaðist dóttur gamla prestin, Maren Højer. Hon varð við barn, og sama dag, sum tey giftust, átti hon. Kanska var tað tí, hann ikki – sum væntað – fekk prestastarvið eftir verfaðirin, men saman við Maren og trimum børnum kom til Føroya í 1807 at vera prestur í Norðstreymoy.


Umframt Kvívíkar prestagjald røkir hann eisini prestastarvið í Vágum, tí eingin prestur fekst til kallið har frá 1811 til 1822. Konan, Maren, hongdi seg, eftir at tað var greitt, at ein av arbeiðsgentunum var við barn, og Holm helst var pápi at barninum.


Hetta sama árið hvarv ein sonur teirra í Kvívík 10 ára gamal og varð ongantíð funnin aftur.


Bókin er um henda mann og eftirkomararnar, sum hava gjørt vart við seg bæði í Føroyum og í Danmark. Ættartalvan í hesum verki fevnir um 6.300 eftirkomarar í beinari linju eftir 6 streingjum. Hetta er virðismikið tilfar hjá ættargranskarum, tí skráin fevnir um 15.000 fólk.


Maðurin Niels Lassen Holm er her lýstur út frá veruligum hendingum og ikki gitingum.