Yrkingar 2014


Forlag: Mentunargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2014
Prísur: 348.00
ISBN: 978-99918-75-21-7
Rithøvundi: Jóanes S. Nielsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 425

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Yrkingar 2014 er ein samlað útgáva av teimum fyribils níggju yrkingasøvnunum hjá Jóanesi Nielsen. Frá fyrsta savninum Trettandi mánaðin 1978 til fyribils seinasta savnið Tapet millum øldir 2012.

Jóanes Nielsen er føddur í Havn í 1953 og fór sum blaðungur til skips og hevur til seinast í 1990’unum starvast sum sjómaður og arbeiðsmaður. Síðani hevur hann skrivað mest sum burturav, og skaldskapurin hjá honum er ein hin mest lisni í Føroyum. Tey seinnu árini hevur hann eisini av álvara gjørt vart við seg í hinum Norðurlondum og er nú eisini á veg í Týsklandi.

Fremst í bókini er drúgvur inngangur eftir høvundan, har hann sigur frá um sín skaldskap.

Ingi Joensen gjørdi permuna. Føroyaprent legði til rættis, prentað og bant inn. Mentunargrunnur Studentafelagsins gav út. 436 Bls.