Leikrit 11 Jeppi á fjallinum


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2014
Prísur: 100.00
ISBN: 978-99918-49-64-5
Rithøvundi: Ludvig Holberg
Umsett: Rikard Long
Evni: Sjónleikur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 99

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Leikurin er í fimm pørtum. Í stuttum snýr hann seg um ein bónda, sum dámar væl at smakka sær á, men hann hevur hart yvir sær, og kona hansara smæðist ikki fyri at smyrja hann av við Meistar Eiriki, koyrilinum, ger hann ikki, sum hann verður biðin. Ein dagin sendir hon hann til keypstaðin at keypa vøru, men á vegnum støkkur hann inn á gólvið hjá skómakaranum, sum selur brennivín.Jeppi, sum bóndin eitur, verður dýrandi fullur og dettur av.

Sjáldsamt er at síggja føroyskar upprunaleikir á palli.
eitt sindur løgið, tí fyrstu prosaverk, ið skrivað vórðu á føroyskum, vóru júst sjónleikir, og fáur man duga at ímynda sær, hvør stórhending tað hevur verið at hoyra føroyskt mál av palli - fyrstu ferð í 1889. Tá høvdu havnarfólk heilt frá døgum Svabos - tað er frá seinu helvt av 18. øld - leikt um 40 leikir í høvuðsstaðnum á donskum.
Lætt er heldur ikki at fáa hendur á hesum leikum, sum eru á prent í bløðum, tíðarritum og bókum. sum ikki longur fáast.
Forlagið Fannir hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunaleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyaum.
Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir. eru tær prantaðar við.