Føroya ljóð Sound of the Faroes


Forlag: Stiðin
Útgávuár: 2014
Prísur: 300.00
ISBN: 978-99918-42-73-8
Rithøvundi: Marianne Clausen
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 319

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hon er innbundin, og Tróndur Patursson hevur gjørt kápumyndina. Tað er Marianne Clausen, sum hevur skrivað bókina, og forlagið Stiðin gevur út. Hon er 319 síður og kostar 300 krónur.

Í bókini eru 280 nótar niðurskrivaðir. Teir eru til kvæði, danskar vísur, andligan vísusang og sálmar, serliga kingosálmar, og løg til skjaldur. Her er talan um eitt úrval av teimum 3300 løgunum, sum Mariannne Clausen hevur skrivað niður í teimum fýra bókunum við nótum til føroyska fólkasangin, sum hon hevur greitt úr hondum í árunum 2003-12. Talan er um eitt verk, sum fer at verða nýtt av øllum føroyingum ið áhuga hava fyri tónleiki, og fer at vaksa um áhugan fyri Føroyum og føroyskari sangmentan um allan heim.

Við í bókini eru tvær fløgur við upprunaupptøkum av 67 av niðurskrivaðu løgunum. Hesar upptøkur hava ikki verið frammi fyrr. Summar av teimum eru upptiknar fyri umleið hundrað árum síðani.

Vit skulu loyva okkum at spyrja, um tit vilja stuðla útgávuni við at keypa nøkur eintøk.

Vinaliga

Stiðin

Zakarias Wang:

Marianne Clausen
(Hanna Kampmann týddi og las upp):

Framløga í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið tann 22. august 2014 kl. 20 av bókini “Føroya ljóð” eftir Marianne Clausen

Eg skal bjóða tykkum vælkomnum higar í Norðurlandahúsið í kvøld. Tað sum vit her koma saman at fegnast um, er at bókin “Føroya ljóð” er útkomin. Tað er Marianne Clausen, sum hevur greitt hetta verk úr hondum.

Hervið hava vit fingið eitt mið har til ber at ognast teir dýrgripir, sum okkara kvæði, vísur og skjaldur eru. Henda bók er krúnan á tí mikla avriki, sum Marianne Clausen hevur gjørt føroyskum fólkatónleiki at frama.

Sjálvandi er tað ikki bert í Føroyum at tað ber til at siga “alfagurt ljóðar mín tunga”, tí um allan heim hava møður sungið fyri børnunum og øll hava stytt sær stundir við at tríva í sang. Men tað er ikki yvir at dylja, at fáa staðni í heiminum hevur so nógv verið sungið sum í Føroyum.

Tað er tí komið væl við, at nýggja tíðin kom so seint til Føroyar, at tað eydnaðist at fáa fólksins sang tiknan upp á fonografar og bond áðrenn alt hvarv í tíðarinnar havi eins og so nógva aðra staðni. Harvið er henda siðbundnu mentan varðveidd. Tað var eisini okkum til lukku lagað, at Marianne Clausen gjørdi tað bragd at skriva fýra stórar bøkur við nótauppskriftum, har okkara musikk-mentanararvur er lagdur fram fyri okkum øll at brúka.

Afturat øllum hesum hevur Marianne nú givið okkum enn eitt verk. Hetta er tann lykil, sum kann lata skattakistuna upp. Hetta hevur alstóran týdning bæði fyri okkara egna uppvaksandi ættarlið og fyri øll tey, sum í framtíðini vilja fáa at vita hvat andans stórverk okkara forfedrar hava útint við at varðveita henda mentanararv. Samstundis lýsir bókin hvussu siðbundni sangur okkara er í ætt við annan fólkatónleik og hvussu hesin er tað jørðildi, sum allur annar tónleikur er sprottin úr.

Bókin er á føroyskum og enskum. Í henni eru 280 tónleikadømi. Men tað kann vera eitt sindur ringt hjá einum í Tokyo, sum setur seg at lesa nótarnar, at skilja hvussu skiparar og forsangarar hava borið Føroya ljóð fram. Tí hevur bókin eisini tvær fløgur við 67 upprunaupptøkum av føroyskum dansi, kingosangi og skjaldrum.

Bókin er innbundin við fagrari permumynd, sum Tróndur Patursson hevur evnað til. Síðurnar eru 319.

Nú skulu vit hoyra nakað um verkið og høvundan frá Hannu Kampmann, sum lesur ta røðu, Marianna hevði skrivað til hetta høvið. Av heilsuávum kundi Marianna ikki koma sjálv, men roknar við at koma onkuntíð seinni. Vilhelmina og ommudóttirin syngja skjaldur. Agnar Lamhauge greiðir frá hvønn týdning bókin kann fáa sum lærubók í musikkskúlum og miðnámsskúlum, og spælir løg saman við Rúna Mouritsen. At enda hoyra vit bólkin Kata har Unn Patursson, Eyð Berghamar Jacobsen og Arnfríð Lützen syngja Tívils døtur og Torkils døtur.

x

Góðu tit øll og góði Zakarias!

Tað harmar meg, at eg ikki kann vera saman við tykkum her í Norðurlandahúsinum í dag, nú mín nýggja bók “Føroya ljóð” verður løgd fram.
Eg eri ikki røsk, og ein ferð til Føroyar hevði verið ov mikið fyri meg.
Tíverri havi eg arbeitt alt ov nógv í alt ov langa tíð, og tað skal mann ikki gera. Men mín góða vinkona Hanna Kampmann hevur lovað at lesa hesar reglur upp fyri meg. Og eg komi upp eina aðru ferð.
Eg havi lagt úr hondum fýra stórar bøkur. Í teimum síggjast dýrgripir, sum eru varðveittir í føroyskum fólkatónleiki. Fyrsta bókin kom í 2003 og í henni vóru kvæðaløg. Henni á baki kom í 2006 bókin um andligan vísusang og kingosang . Í 2010 komu tær donsku vísurnar og endiliga í 2012 kom bókin við skjaldrum, rímum og ramsum. Í hesum bókum eru meir enn 3.300 fólkavísuløg.
Síðan hava mong ynskt mær góðan byr við bókunum, og nógv eintøk eru keypt og hartil brúkt. Bøkurnar eru stórar, onkur vil siga, at tær eru ov stórar, men soleiðis má tað vera tá so ómetaliga nógv er at taka av.
Men eg havi eisini av og á hoyrt onkran sagt, at tað hevði verið gott um hetta tilfar kundi verið samlað í einari bók, sum helst ikki var ov stór, óyvirskoðilig og óhandig. Tað er hesum ynski eg havi roynt at eftirlíka við hesi nýggju bókini. Gaman í , hon er ikki heilt lítil – hon er nevniliga eitt slag av dupultbók á tveimum málum. Men flott er hon, Tróndur Patursson slær ferð eftir ferð síni egnu met.
Bókin er fyri øll, sum hava áhuga fyri føroyskum fólkasangi og sum hava eitt sindur av kunnleika at lesa nótar. Eg hugsi mær, at hon verður nýtt í tónleikafrálæru í t.d. musikkskúlum, miðnámsskúlum og læraraskúlum. Eins og tær fyrru bøkurnar er hendan bókin á føroyskum og enskum so eisini útlendingar fáa nakað burtur úr henni.
Eftir inngangin eru tríggir partar. Tann fyrsti er við løgum, sum verða nýtt í føroyskum dansi. Her eru tí bæði kvæði og danskar vísur. Annar parturin er um andligan vísusang og kingosang. Triði parturin er um skjaldur. Í hvørjum parti er ein lýsing av tí genrini talan er um og eitt stórt úrval av løgum við nótadømum, sum eru greinað og greidd frá. Teir tríggir høvudspartarnir kunnu lesast hvør sær men eg vil mæla til, at mann í øllum førum fyrst lesur inngangin. Síðani er ein fjórði partur við uppískoytisløgum til teir tríggjar høvudspartarnar. Uppískoytisløgini eru til lesarar, sum hava hug at kenna enn fleiri løg - og mann kann eisini royna at greina hesi løg.
Tilsamans eru 280 løg.
Aftast í bókini eru lagdar tvær fløgur við upprunaupptøkum til 67 nótadømi.
Nakrar av hesum upptøkum eru tiknar upp á fonograf fyri umleið 100 árum síðani, aðrar upptøkur eru komnar uppá bandupptakarar og videoupptøkutól nærri okkara tíð. Aftast í bókini er eitt yvirlit yvir tað, sum er á fløgunum. Her sæst bæði hvør, ið hevur lagt rødd til, og hvør ið hevur tikið upp.
Eg vóni, at tit fara at taka væl ímóti bókini, og at hon fer at vera til gleði og gagn.
Eg vil fegin takka teimum mongu, sum hava hjálpt mær so hvørt sum eg havi arbeitt meg fram ígjøgnum tilfarið. Uttan at nevna nøvn er tøkk mín til ein og hvønn, sum hevur hjálpt mær. Tøkk mín er í stóran mun til týðarar mínar til enskt og føroyskt og til allar mínar mongu rættlesarar.
Zakarias skal hava eina serliga tøkk frá mær. Og tað sama er galdandi fyri Jens, mannin hjá mær, sum hevur hjálpt mær við øllum. Uttan hesar báðar hevði einki borið til.
Men allarmest vil eg takka teimum hundraðtals føroyingum, sum í meir enn eina øld hava bjóðað føroyskum og útlendskum innsavnarum heim til sín og sýnt teimum stóran blíðskap. Teir hava kvøðið kvæðini og vísurnar, sungið sálmarnar og greitt frá um lívið og tónleikin, sum var og sum er. Uttan íkastið frá hesum monnum og kvinnum, hevði tað als ikki borið til at ímynda sær ta heilt einastandandi føroysku fólksligu sangmentanina.