Manor


Forlag: LGBT
Útgávuár: 2014
Prísur: 75.00
ISBN: 978-99918-3-415-3
Rithøvundi: Karl Heinrich Ulrichs
Umsett: Hanus Kamban
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 22

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í juli 2014 eru 130 ár liðin, síðan týski rithøvundurin og rættvísistríðsmaðurin Karl Heinrich Ulrichs festi stuttsøguna Manor á blað. Søgan snýr seg um tveir ungar samkyndar føroyingar, ið gerast góðir, men tíverri gongur annar maðurin burtur á sjónum, og eftir hann situr hin og syrgir. Tað gongur tó ikki rúm tíð fyrr enn deyði maðurin gongur aftur sum vampýrur. Hvørt kvøld vinnur hann sær lívsorku við at súgva blóð frá sínum livandi maka. Men hvussu leingi kann hetta halda fram, og hvussu fer nærumhvørvið og tey nærmastu at góðtaka ta óvanligu støðuna? Alt hetta og meira fæst at vita í spennandi stuttsøguni, Manor.

Henda serstaka søgan um føroyskar samkyndar vampýrar, varð skrivað í 1884, men hevur ikki verið útgivin í Føroyum fyrr enn nú. Tað er LGBT Føroyar, sum gevur bókina út. Rørslan metur, at tíðin er búgvin til, at stuttsøgan sær dagsins ljós í Føroyum. Rithøvundurin Hanus Kamban hevur týtt søguna úr týskum og listamaðurin Jón Sonni Jensen hevur myndprýtt bókina.

Týski rithøvundurin Karl Heinrich Ulrichs var ikki sum aðrir samtíðarmenn. Hann var ein sannur slóðbrótari. Hann var ein óvanliga djarvur og framskyggin rithøvundur, løgfrøðingur, atgerðarfólk og LGBT stríðsmaður.

Karl Heinrich Ulrichs var fyrstur á mongum økjum. Eitt nú kann nevnast, at:

• Karl Heinrich Ulrichs er ofta mettur at vera fyrsti samkyndi persónurin, ið alment kunngjørdi sína kynsliga sannføring. Hann spretti longu í 1862. Áðrenn hetta var einans kynsliga sambandið millum tvey av sama kyni viðgjørt og ikki kynsliga sannføringin.

• Karl Heinrich Ulrichs var fyrsti verulig stríðsmaðurin fyri løgfrøðiligum javnrættindum hja LGBTarum.

• Hann tók sítt stríð upp langt áðrenn heitið “samkyndur” ella “homoseksuellur” kom upp á tal. Hann valdi tí at kalla samkyndar menn fyri “urning”.

• Hann skrivaði vampýrsøgur, áðrenn hesar gjørdust eitt vanligt og viðurkent rák innan vesturlendskan skaldskap.

• Karl Heinrich Ulrichs skrivaði romantiskar og virðiligar stuttsøgur, ið viðgera samkyndleika langt áðrenn hetta var lógligt og góðtikið í vesturheiminum.

• Karl Heinrich Ulrichs skrivaði um samkyndar føroyingar fyri heili 130 árum síðan.

Í sambandi við bókaútgávuna skipar LGBT Føroyar fyri tiltaki á Býarbókasavinum í Havn týskvøldið 22. juli 2014, kl. 19.30. Birgir Kruse, miðlaserfrøðingur, fer at hugleiða um hví og hvussu tað tók stuttsøguni 130 ár at finna vegin fram til Føroyar. Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyum, fer at tosa nærri um hvør Karl Heinrich Ulrichs var, og at enda fer Barbara Christophersen, sjónleikari, at lesa stuttsøguna upp. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Stuttsøgan, Manor, verður at fáa til keyps í flestu bókhandlum frá í næstu viku. Bókin kostar 75 krónur at ogna sær, og allar møguligar inntøkur fara óskerdar til arbeiðið hjá LGBT Føroyum at skapa størri javnrættindi í Føroyum.