At elska og liva


Forlag: Egið
Útgávuár: 2014
Prísur: 175.00
ISBN: 978-99918-866-1-9
Rithøvundi: Jógvan Zachariassen
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 174

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Pastorpar gevur bókina út
Í vetur hevur pastorurin Jógvan Zachariassen luttikið í útvarpssendingini Kyn & Kenslur, har hann saman við øðrum hevur viðgjørt trupul viðurskifti í parlagnum og komin við góðum ráðum. Meiri enn so hevur onkur tilvísing verið til mongu vísu ráðini í Hásonginum um, hvussu eitt gott parlag skal røkjast við góðum samskifti, eymum nærleika og erligum vinskapi. Nú kemur út bók um hesi evnir, har Jógvan brúkar bíbilska vísdómin í Hásonginum at geva góð ráð til unga nýforelskaða parið eins væl og pensjóneraðu hjúnarfelagarnar. Í bókini hevur Unn Zachariassen eisini fleiri hugleiðingar um ítøkilig átøk, sum eitt par kann fremja í gerandisdegnum fyri at røkka vøkru fyrimyndini í Hásonginum um góða parlagi.

Sum pastorpar fáast Unn og Jógvan regluliga við ráðgeving av pørum, har tey ofta brúka nógvar av góðu vegleiðingunum í Hásonginum. Tí hildu tey eisini, at tað var upp á tíðina, at hesir boðskapir komu á skrift á føroyskum málið. Fyri einum góðum árið síðani var tí ein greinarøð í blaðnum Prei, sum viðgjørdi evnið. Nú vera greinirnar umframt annað nýtt tilfar givið út í bók, soleiðis at hetta er meiri atkomiligt fyri mong.

Í hernað móti puritanismu og porno
Í innleiðingini til bókina staðfesta tey, at eitt av endamálunum við bókini er at taka tað aftur, sum pornografi og puritanisma hava rænt frá Gudi. Tí sambært Bíbliuni er sex nakað ómetaliga reint og vakurt:

”Ein tann størsti skaðin á okkara hugsan um sex og ímóti parlagnum er tann, sum puritanisman og pornografi hava gjørt. Puritanisman hevur gjørt sex, samlegu, nakinleika, sensualitet og likamliga njótan til nakað, sum vit ikki mugu hugsa um, tosa um ella njóta… Pornografi hevur hinvegin gjørt sex, samlegu, nakinleika, sensualitet og likamliga njótan til eina sjálvsøkna sjálvsnøktan av egnari girnd.”

Í Hásonginum vísur Gud okkum, hvussu góða parlagi sær út. Einki verður pakka inn, men fari verður niður í smálutirnar við sera grafiskum lýsingum av góðu, ríku og inniligastu løtunum, sum parið hevur saman. ”At elska og liva” er einamest ætlað sum ein praktisk vegleiðing til pør, ið ynskja at røkja teirra parlag.

”Mítt brennandi ynski við bókini er, at pør í felag kunnu finna svar upp á nógvar viðkomandi spurningar, sum tey stríðast við í teirra parlagi” sigur Jógvan Zachariassen. ”Eitt nú viðger Hásongurin og hendan bók so ymiskar spurnignar sum: ’Hvat er eitt gott sexlív?’, ’Hvussu skeldast vit væl?’ og ’Hvussu varðveita vit romantikkin?’”