Ástarsøga við líknilsum


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 198.00
ISBN: 978-99972-1-055-5
Rithøvundi: Per Olov Enquist
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 221

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Per Olov Enquist vaks upp í Västerbotten, langt inni í endaleysum skógi, í lítlari bygd saman við mammu síni, sum tíðliga sat einkja. Mamman, sum var lærari, var ógvuliga gud­røkin og virkin í samkomuni Evangeliska fosterlandsstiftelsen. Enquist fer aftur til hesar røturnar, barn­dómin, uppvøksturin í strongum átrúnaði, og hvussu alt hetta hevur ávirkað hansara lív. Gula samkomuhúsið stendur har enn. Sálmabøkurnar og Jesus-myndirnar á bróstunum. Í lítlu bygdin Sjön.

Hvørjir lyklar eru í Sjön inn til skaldskap hansara? Tann strangi og avmarkandi átrúnaðurin, sum óttast lívið og fær syndaskránna at bólgna í gerandisdegnum. Áskoð­­anin á kærleika, kynslív, alkohol og tey ógudiligu. Átrúnaðarliga ótolsemið. Avskeplaða kenslulívið, sum stendar at bresta. Ein­semið. Skógurin. Karga landslagið. Alt hetta finnur sær ræsur inn í skald­skapin.

Í bókini eru níggju líknilsi. Mátturin í bíb­­ilsku myndburðunum, sum hava verið prentaðir inn í dreingin. Líknilsini, sum eru tann einasti syndafríi skaldskapurin, viðgera hvør sítt evni í høvundsins lívi. Her eru eis­ini brot úr lívi hansara, sum hann lovaði ongantíð fóru at vera søgd. M.a. søgan um ta fimmtiára gomlu konuna, sum ein heitan juni­dag í 1949 tøldi hann og fekk hann – sum tá var 15 ára gamal – at nøkta seg kynsliga á einum køksgólvi – einum kvistfríum furugólvi. Lýst eymliga og fær hann at koma til niðurstøðuna: Hetta er tann sanna kraftin, tað sanna lívið, sum lítla samfelagið við trúnni hevur lagt í spenni­troyggju.