Dét hvorom man hverken kan tale eller tie Lille dæmonologi


Forlag: Steinprent
Útgávuár: 2014
Prísur: 900.00
ISBN: 978-99918-959-4-9 978-99918-959-5-6
Rithøvundi: Claus Carstensen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 70

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hvør bók er numrera og signera.

Lille Dæmonologi og Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie. Hetta eru tvær bøkur, sum í óvanligan mun eru merktar av góðsku. Ja longu áðrenn tú hevur lisið eitt einasta orð í bókunum, ert tú greið yvir, at hetta er dygd, sum vil nakað. Hetta eru bøkur til tey bibliofilu, til sannir bókaelskarar. Góðskan følist ítøkiliga heilt út í fingraspíssarnar av tí tjúkka dygdarpappírinum, tá tú blaðar, eins og hon sæst á gjøgnumførda, vakra prentinum, sum má sigast at liva upp til innihaldsligu dygdina.Tað snýr seg um tvær bøkur. Onnur bókin hevur svarta permu við reyðum bókstavum, hon eitur Lille Dæmonologi, hin er hvít við reyðum stavum og hevur heitið Dét, hvorom man hverken kan tale eller tie, Søren Ulrik Thomsen er serliga kendur fyri sínar yrkingar, tað man ikki vera ov avgjørt at kalla hann eitt slag av donskum tjóðaryrkjara. Men hansara ritroyndir standa í grundini einki aftan fyri yrkingarnar í dygd, hetta eru tekstir, sum vaksa í høvdinum, meðan tú lesur, og sum víðka um sjónarringin og gera lesaran klókari.Báðir listamenninir tykjast áhugaðir í trivialmentanarligari ikonografi og psykologiskum grundsøgum, eitt nú allýsir Søren Ulrik Thomsen temaið í flestum ræðufilmum at vera eitt slag av afturkomu hjá tí fortrongda, og Claus Carstensen tykist vera inni á júst hesum sama í sínum variatiónum av myndum, sum m.a. eru gjørdar við íblástri í myndamálinum hjá heavymetalbólkum. Við sínum serstaka áhuga fyri tí grumma og ræðuliga og fyri mótmentanum í samfelagnum, er áhugin fyri heavymetalmentanini sjálvsagdur. Tungmálmsrokkur snýr seg ofta um negativar kenslur av ótta og øði og úttrykkið er ofta dapurt og aggressivt í ein næstan barnsligan mun í sínum ágrýtni eftir at provokera og skelka áskoðaran. Myndirnar hjá Claus Carstensen eru nógv meira tilvitaðar enn tað og tær eru eisini meira enn bert illustratiónir av nøkrum ritroyndunum. Talan er um sjálvstøðug listaverk, sum snúgva seg um somu evni sum tekstirnir viðgera.