150 Impressions of the Faroes Islands


Forlag: Faroephoto
Útgávuár: 2014
Prísur: 250.00
ISBN: 978-99918-3-407-8
Rithøvundi: Ólavur Frederiksen
Evni: Bøkur til ferðafólk
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 127

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í hesum døgum gevur myndamaðurin, Ólavur Frederiksen út eina nýggja og snøgga myndabók.

Hesa myndabókina, har tað sjálvandi eru 150 myndir í, kallar hann ”150 impressions of the Faroe Islands.

- Hesar myndirnar vísa gerandisdagin kring Føroyar – innan mentan, tónleik, náttúru, vinnulív, ítrótt og mangt annað, sigur Ólavur Frederiksen í samrøðu við Portalin.

Bókin er vælegnað at lata ferðafólki ella viðskiftafólkum ið er á vitjan her, ella at geva øðrum, tá føroyingar sjálvur eru á vitjan uttanlands.


DAGFØRD
Tað er ikki av tilvild, at henda bókin kemur út.

Sambært Ólavi hevur leingi verið tørvur á eini slíkari bók – ja, so stórur, at hann persónliga fekk eina áheitan um at geva út eina myndabók um Føroyar ein dagin, ið hann hevði eini ørindi í einum av bókahandlunum í Havn.

- Tær bøkurnar, sum vit hava í dag, eru so líðandi vorðnar heldur gamlar og ótíðarhóskandi. Við hesi bókini ynski eg vísa dagin í dag, sigur ein ikki sørt spentur Ólavur.

Tað eru ikki meiri enn tríggir mánaðir síðani, at hann avgjørdi at geva hesa myndabókina út. Og tá talan er um eina myndabók, er sera lítil enskur tekstur í henni. Myndirnar – sum vit geva nøkur dømi um her niðanfyri – skulu tala fyri seg.

Fyri at lætta um hjá lesaranum hevur hann sett eitt Føroyakort aftast í bókina, har ein sær hvar í oyggjunum at myndirnar eru tiknar.

- Eg havi latið fleiri fólk hugt myndabókina ígjøgnum, og lata tey sera væl at henni. Nú sleppa so onnur at gera tað sama, sigur Ólavur Frederiksen.