Gamli maðurin og havið


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2014
Prísur: 149.00
ISBN: 978-99972-1-028-9
Rithøvundi: Ernest Hemingway
Umsett: Jacob Olsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 91

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Í brævi til forleggjaran, Charles Scribner, lýsir Hemingway skaldsøguna soleiðis:

„Hetta er tann skaldskapur, eg altíð havi tráað eftir at skriva, sum eg havi knúlvast við alt lívið. Skaldskapurin skal verða greiður, einfaldur, fáorðaður og kortini fata um allar tættir bæði í tí heimi, vit síggja, og øllum tí heimi, ið mannasálin er. Hetta er besta prosa, eg eri førur fyri at skriva.“

Sum ofta hjá Hemingway, er søgugongdin sára einføld. Bókin er í stuttum um gamlan, kubanskan útróðrarmann, Santiago, sum rør út einsamallur. Í út ímóti trimum mánaðum hevur hann drigið svart. Hann er komin lúgvaður aftur at húsum á kvøldi, krøktur. Eydnan hevur vent honum bakið, og gamli er í døpurhuga.

Henda dagin leggur hann út á havmið, og tá bragdar. Hann fær ein ovurstóran merling á. Gamli maðurin og fiskurin berjast ein harðan dyst. Gamli vinnur dystin, bindur stóra fongin og setur segl inn ímóti landi. Tá byrjar annar dystur. Dysturin við grommu hávarnar, sum amast upp á bátin og leggjast á fiskin.

Hann bindur bátin, knýttur at ovurstóra rovinum, til bryggjuna og fer til húsa.

Í 1953 fekk Hemingway Pulitzer-virðislønina fyri hesa skaldsøguna, og árið eftir fekk hann Nobelheiðurslønina í bókmentum fyri hana.