Kærleiki og vónir


Forlag: Menturnargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 2014
Prísur: 298.00
ISBN: 978-99918-75-15-6
Rithøvundi: Edvard Nyholm Debess
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 78

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hetta er ein bók, sum lýsir tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í royndini at útinna sín stóra dreym.

Í svart-hvítum myndum sigur Edvard Nyhol Debess søguna hjá Rakul og Johan Dalsgaard. Tey búsettu seg á festinum í Fámara í 2010 og stríddust eitt langt stríð um rættin at vera har, áðrenn tey í 2013 máttu geva skarvin yvir. Hetta er ikki ein bók um orrustuna í Fámara, sum at enda gjørdi av við teirra visión. Hetta er ein bók, sum í myndum lýsir tvey livandi menniskju, sum satsaðu alt í royndini at útinna stóra dreymin um eitt stað, har vit øll treytaleyst kundu trívast á jøvnum føti.

Edvard Nyholm Debess er havnamaður og best kendur frá tónleikalívinum, har hann síðan síni ungu ár hevur verið við til at mynda føroyskan tónleik, – bæði sjálvur á palli og sum tónaskald,- men eisini í útvarp- og sjónvarpsarbeiði.
Men tað sum færri kanska vita at hann eisini er fotografur.
Hann hevur øll árini afturat tónleikinum havt ein livandi og virknan áhuga í fotografi, og er nú farin undir at arbeiða miðvíst við hesum.
Hann hevur ment sítt egna úttrykk, har hann leggur seg eftir at gera erligar lýsingar og er ikki bangin fyri at fara tætt uppá.
Edvard er ikki ein neutralur eygleiðari, men hevur eina søgu at siga.