Skálkabrøgd


Forlag: Egið
Útgávuár: 2014
Prísur: 148.00
ISBN: 978-99918-3-406-1
Rithøvundi: Birna Breckmann
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 163

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Hesar smásøgurnar, savnaðar undir felags heitinum "Skálkabrøgd", Byggja lutvíst á nøkur av mínum barnaminnum frá okkara trygga og eydnuríka uppvøkstri heima hjá foreldrunum á Argjum fyrra part av 1960-árunum.

Tað kann fyri okkum tilkomnu tykjast so stutt síðan, men barnakorini eru broytt so óendaliga nógv hesa farnu hálvu øldina.

Øll fólk hava síni minnir frá barnaárunum, og tí skulu hesar smásøgur ikki fatast sum meiri ennn tað, tær eru. Men eg gjørdi av at festa hesar hendingar á blað og geva tær út í bók til dagvølju hjá øðrum, tí míni egnu 5 børn, tá tey vóru smá, og mong ønnur børn, ið eg ansaði nøkur stutt tíðarskeið sum avloysari í barnagarði, tímdu væl at lurta eftir hesum hendingum, tá eg sagði frá teimum.

Vónandi fáa foreldur og barnaansarar, eldri systkin, ommur og abbar eisini nyttu og gleði av at fortelja sínu børnum hesar søgurnar. Tí børn eru og verða børn við somu bráðu barnalund uttan mun til broytandi kringumstøður, sum tíðir líða.

Birna Breckmann